Vit siga ofta at Atlantic Rapsody er tann fyrsti føroyski filmurin. Hetta var í 1989, men Eir skrivaði og gjørdi sjónvarps barnafilmin Alfred longu í 1986, so kanska føroyska filmsøgan skal umskrivast eitt sindur?
Eir hevur verið við heilt frá byrjanini! Sum fáur hevur hon verið við til at menna, skapa og forma tað føroyska miðlandslagið. Hon var við sum ung genta, tá Krigvarpið (Svf) byrjaði í 1984, har hon arbeiddi saman við Zacharias Hammer og gjørdi m.a. barnaløtuna, sum var ein tann fyrst framleidda sendingin í føroyskari sjónvarpssøgu - áðrenn Dagur og Vika!
Í dag kenna vit Eir kanska best sum ein dokumentarist. Hon hevur vunnið Geytavirðislønina fyri filmin Sálarhvøl og hevur fleiri spennandi verkætlanir í stoypiskeiðini.
Alt hetta, við meira, tosa vit við Eir um í heusm partinum av Hermann & Helmsdal.
Fler avsnitt av Hermann & Helmsdal
Visa alla avsnitt av Hermann & HelmsdalHermann & Helmsdal med Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal finns tillgänglig på flera plattformar. Informationen på denna sida kommer från offentliga podd-flöden.
